
Eigur tú sminku og bustir, men tú veit ikki hvussu tú skal brúka tað? Nú ber til at fáa eitt skeið í vegleiðing; akkurát hvussu tú brúkar sminkuna tú eigur, hvussu tú sminkar tær til tína húðtypu, tíni eygu, hvussu tú minkar um útsjóndina av fínum linjum, hvørja bust tú brúkar til hvat og hvussu tú skjótt og lætt kann gera eitt gerandis-makeup og hvussu tú kann skapa tað til eitt kvøld-makeup.
Skeiði tekur ca. millum 1 - 1,5 tíma og kostar 400,- kr.
Um tú manglar onkra sminku og/ella vil prøva okkurt nýtt, so fært tú alt -20% í handlinum aftaná skeiði og sjálvandi vegleiðing hvussu tú brúkar tað.
Skeiðið er í handlinum, sum er í Fuglafirði - kirkjuvegur 37