Koreansk húðrøkt

🇰🇷 Tíðin er komin til eitt glow-up ✨ Vit hava nú fingið nøkur av teimum mest umtóktu k-beauty merkjunum:
 💧 Anua - Einføld og rólig húðrøkt við náttúrligum innihaldi sum t.d. Heartleaf. Serliga góð til viðkvæma og óreina húð
🌸 Beauty of Joseon – Bygt á gomul, koreansk urtaráð (Hanbang), men við nútímans vísindi – fyri ein javnan húðtóna og glógvandi húð
🌅 SKIN1004 – Kent fyri reint Centella úr Madagaskar. Hendan røðin gevur vætu, beróligar og verjir húðina
Medicube - eitt húðrøktarmerki, roynt og góðkent av húðlæknum. Gevur sjónlig úrslit móti porum, teksturi, viðkvæma og óreina húð
🌊 Round Lab - Dokdo røðin gevur nógva vætu og milda røkt við djúpvatni frá Ulleungdo. Beróligar, javnar og passar væl til viðkvæma húð
iUNIK - Minimalist k-beauty merkið sum brúkar serstøk plantuekstrakt til at geva vætu, ró og endurbyggir húðina
🍡 Arencia; Mochi Cleansers - Reinsa húðina í dýbdini við fokus á mildari, vætugevandi húðverju úr natúrligum tilfarið; húðin kennist sløtt, rein og frísk
💆🏼 Aromatica; Hárvørur - Eitt natúrligt og vegan K-beauty hárrøkt merkið við aromaterapi-inspireraðum tilfarið, sum styrkja hár og halda hárbotnin sunnan 🌱
💋 Laneige; Lip Sleeping Masks - Super-vætugevandi sovimaskur til varranar, ið arbeiða náttina yvir fyri at mýkja og geva varrunum sítt besta “juicy” look; mjúkar, slættar og bleytar!
Tín k-beauty ferð byrjar her 🧴 Kom og fá tær eina glógvandi byrjan 💫
  • 1
  • 2
  • 3