my letra
my letra. er eitt íslendskt smúkkumerki, sum sniðgevur og selur vørur undir egnum navni. Teirra vørur eru persónligar og minimalistiskar, har einfaldleikin er í hásæti
my letra. var stovnað í 2018 og er síðani vaksið til at vera eitt av Íslands stórstu smúkkumerkjum. Vørurnar eru allar úr rustfríum stáli, sum merkir, at tær klára bæði vatn og sveitta ordiliga væl, tær rusta ikki ella broyta lit, og tær elva ikki til allergireaktiónir.
Vónandi fara tit at dáma hesar smúkkur eins væl og vit!
Alt úrvalið frá my letra. finnur tú her